Eg eri sjálvur uppvaksin í Føroyum...
„Eg eri sjálvur uppvaksin í Føroyum, har havið altíð hevur verið ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Næstan øll hava familju, vinir ella kenningar, sum arbeiða á sjónum, og tí verður sjóvinnan partur av uppvøkstrinum, uttan at tú beinleiðis hugsar um tað. Eg havi sjálvur havt tætt tilknýti til havið frá ungum árum, og tí var tað eisini natúrligt hjá mær at velja eina maritima útbúgving og eina yrkisleið á sjónum.
Tað, sum eg haldi er spennandi við einari maritimari yrkisleið er, at allur heimurin kann vera títt arbeiðspláss. Tað gevur heilt serligar møguleikar at arbeiða altjóða og letur samstundis upp fyri nógvum ymiskum yrkisleiðum og starvsmøguleikum. Tú kanst sostatt bæði byggja víðari á maritimu mentanina, tú ert uppvaksin við, og samstundis fáa møguleika at skapa tær eina altjóða yrkisleið.“
- Agga, yvirmaður hjá Mærsk
Vit seta kós móti framtíðini. Kemur tú við?
Føroyar hava sterkar sjóvinnurøtur, sum røkka ættarlið aftur. Tey flestu kenna onkran, sum arbeiðir á ella kring havið. Hjá Mærsk kanst tú byggja víðari á sjóvinnusiðvenjuna og gera allan heimin til títt arbeiðspláss í einari stórari altjóða fyritøku.
Tú tekur maritimu útbúgvingina í Tórshavn og fært praktiskar royndir hjá Mærsk. Her verður tú fyrireikaður til eitt arbeiðslív við fakligheit, samstarvi og ábyrgd. Eftir útbúgvingina fært tú starvstrygd sum yvirmaður í minst tvey ár – og góðar møguleikar fyri einari langari yrkisleið hjá Mærsk.
Í Føroyum hevur havið altíð skapt møguleikar
Arbeiðslívið á sjónum er væl kent hjá mongum í Føroyum, men leiðin inn í tað kann vera ymisk. Hjá summum liggur hon gjøgnum familju og sambond. Hjá øðrum byrjar hon við áhuga fyri tøkni, navigatión ella lívinum á sjónum.
Sum maskinmeistari ella skipsførari hjá Mærsk fært tú møguleika at brúka títt yrkisføri umborð á stórum nútímans skipum. Tú gerst partur av einum altjóða arbeiðsplássi, har trygd, samstarv og ábyrgd eru avgerandi - har royndir kunnu slóða fyri nýggjum uppgávum og leiðsluábyrgd.
Útbúgvingin kann byrja í Føroyum, meðan yrkisleiðin kann mennast tvørtur um skip, starvsøkir og lond. Tú nýtist tí ikki at velja millum eina lokala byrjan og altjóða møguleikar.
Tín útbúgving á Vinnuháskúlanum
Vinnuháskúlin er maritimi útbúgvingarstovnurin í Tórshavn. Her fært tú frálæru, praktiskar venjingar og simulatorvenjing í einum fakligum umhvørvi, sum lýkur altjóða STCW-krøv.
Sjálva útbúgvingina tekur tú á Vinnuháskúlanum, meðan Mærsk er arbeiðs- og starvsvenjingarplássið hjá tær í praktisku tíðarskeiðunum. Verður tú sett/ur í starv hjá okkum undir útbúgvingini, fært tú sostatt bæði eitt lokalt útbúgvingarstað og praktiskar royndir á okkara skipum.
Soleiðis eru útbúgvingarnar skipaðar
Skipsføraraútbúgvingin tekur fýra ár, býtt yvir átta lestrarhálvur. Starvsvenjingin á sjónum er í útgangsstøðinum í aðru, fjórðu og sættu lestrarhálvu og gevur til samans 365 dagar siglingartíð.
Maskinmeistaraútbúgvingin tekur fýra og eitt hálvt ár, býtt yvir níggju lestrarhálvur. Starvsvenjingin á sjónum er í útgangsstøðinum í triðju og sjeyndu lestrarhálvu og gevur til samans níggju mánaðir ella 270 dagar siglingartíð.
Útbúgvingargongdin er ikki eins hjá øllum. Í samráð við Vinnuháskúlan og Mærsk, ert tú við til at leggja til rættis, nær tú skalt til sjós, og nær tú ert heima í Føroyum. Hevur tú lærugreinar, sum kunnu góðskrivast ella annan tørv, so kann tín útbúgvingargongd skipast øðrvísi innan fyri krøvini í útbúgvingini og teir praktisku møguleikarnar.
Skipføraraútbúgvingin
Maskinmeistaraútbúgvingin
Tínir møguleikar
Hjá Mærsk eru fleiri leiðir inn í eina maritima yrkisleið. Tú kanst útbúgva teg til skipsførara ella maskinmeistara - ella halda fram sum juniormaskinmeistari, um tú longu ert útbúgvin maskinmeistari, men manglar neyðugu siglingartíðina.
Gerst skipsførari
Tak skipsføraraútbúgvingina á Vinnuháskúlanum og fá praktiskar royndir á brúnni og dekkinum hjá Mærsk.
Tú arbeiðir við navigatión, tryggari sigling og rakstrinum av skipinum og kanst sum frálíður menna teg til eina yrkisleið sum skipari.
Gerst maskinmeistari
Manglar tú siglingartíð, kanst tú halda fram sum juniormaskinmeistari hjá Mærsk.
Her fært tú møguleika at fáa neyðugu siglingartíðina, brúka títt tøkniliga yrkisføri umborð og síðani halda fram sum maskinmeistari hjá Mærsk.
Ert tú longu maskinmeistari?
Manglar tú siglingartíð, kanst tú halda fram sum juniormaskinmeistari hjá Mærsk.
Her fært tú møguleika at fáa neyðugu siglingartíðina, brúka títt tøkniliga yrkisføri umborð og síðani halda fram sum maskinmeistari hjá Mærsk.
Hvør yrkisleið hóskar til tín?
Hjá Mærsk eru tvær maritimar leiðir. Báðar sameina sterkar yrkisførleikar við praktiskar royndir, ábyrgd tíðliga í gongdini og møguleikan at menna teg sum yvirmaður og leiðari.
Útbúgv teg til maskinmeistara
Sum maskinmeistari hevur tú ein avgerandi leiklut í tøkniliga rakstrinum av skipinum. Í maskinrúminum arbeiðir tú við at halda maskinum og skipanum koyrandi – frá eftirliti og feilfinning til viðlíkahald og optimering.
Tú lærir millum annað at arbeiða við:
- Rakstri og eftirliti við maskin- og orkuskipanum
- Feilfinning, umvæling og viðlíkahaldi
- Trygd og tøkniligum mannagongdum
- Orkuoptimering og munagóðum rakstri
- Leiðslu og samstarvi umborð
Í starvsvenjingartíðarskeiðunum á skipunum hjá Mærsk roynir tú undirvísingina frá Vinnuháskúlanum í veruligum uppgávum. Tú arbeiðir undir vegleiðing frá royndum maskinmeistarum og gerst partur av dagliga rakstrinum og altjóða felagsskapinum umborð.
Eftir útbúgvingina kanst tú byrja yrkisleiðina sum yvirmaður í maskinrúminum. Við fleiri royndum kanst tú menna teg víðari gjøgnum ymiskar funktiónir og við tíðini gerast maskinstjóri við yvirskipaðu ábyrgdini av tøkniliga rakstrinum av skipinum.
- Longd á útbúgving: Umleið 4½ ár
- Útbúgvingarstað: Vinnuháskúlin í Tórshavn
- Praktiskar royndir: 270 dagar siglingartíð eru partur av útbúgvingini
Útbúgv teg til skipsførara
Sum skipsførari arbeiðir tú við navigatión, tryggari sigling og dagliga rakstrinum av skipinum. Á brúnni eru yvirlit, neyvleiki og samstarv avgerandi, tá skipið og farmurin skulu trygt úr einari havn í aðra.
- Tú lærir millum annað at arbeiða við:
- Navigatión og siglingarætlanum
- Brúgvavaktum og tryggari sigling
- Farmi, stabiliteti og rakstri av skipinum
- Samskifti og maritimum reglum
- Trygdar- og bjargingarútgerð
- Leiðslu og samstarvi umborð
Í starvsvenjingartíðarskeiðunum fært tú royndir á brúnni og dekkinum við vegleiðing frá royndum yvirmonnum. Her roynir tú undirvísingina frá Vinnuháskúlanum í ítøkiligum støðum, har tú skalt varðveita yvirlitið, samstarva og taka væl umhugsaðar avgerðir.
Eftir útbúgvingina kanst tú byrja yrkisleiðina sum stýrimaður. Við fleiri royndum kanst tú menna teg víðari til yvirstýrimann og við tíðini til skipara við ábyrgd av skipi, farmi og manning.
- Longd á útbúgving: Umleið 4 ár
- Útbúgvingarstað: Vinnuháskúlin í Tórshavn
- Praktiskar royndir: 365 dagar siglingartíð eru partur av útbúgvingini
Ert tú longu útbúgvin maskinmeistari?
Ert tú útbúgvin maskinmeistari, men manglar siglingartíð, kanst tú byrja sum juniormaskinmeistari hjá Mærsk - eisini hóast tú ikki hevur arbeitt á sjónum áður.
Fyri at koma upp á tal skalt tú:
- Hava lokið maskinmeistaraútbúgvingina
- Hava valt maritima vallærugreinapakkan
- Hava prógv, sum í mesta lagi er fýra ára gamalt
Sum juniormaskinmeistari fært tú møguleika at brúka títt tøkniliga yrkisføri umborð og fáa neyðugu siglingartíðina. Tú arbeiðir við tøkniliga rakstrinum og viðlíkahaldinum av skipinum saman við royndum starvsfeløgum í einum altjóða arbeiðsumhvørvi.
Tú fært ein fyribilssáttmála í einari 1:1-skipan. Tað merkir umleið 10-11 vikur á sjónum og síðani umleið líka leingi heima. Sáttmálin gevur tær seks mánaða siglingartíð, frádrigið møguliga undanfarnari siglingartíð, og fasta nettoløn alt tíðarskeiðið.
Tá tú hevur fingið neyðugu siglingartíðina og kanst fáa sjóvinnubrævið útflýggjað, fært tú bjóðað ein sáttmála sum maskinmeistari hjá Mærsk.
Praktiskar royndir í einari altjóða fyritøku
Tá tú ert í starvsvenjing hjá Mærsk, gerst tú partur av einari fyritøku við skipum, starvsfeløgum og virksemi um allan heim.
Tú fært møguleika at uppliva nútímans sjóvinnu tætt at og læra, hvussu stór skip verða rikin á tryggan og professionellan hátt. Sum kadettur ert tú undir upplæring, men samstundis ert tú partur av manningini og dagliga rakstrinum.
Tú møtir greiðum karmum og væntanum. Tú fært stuðul frá royndum starvsfeløgum, men væntað verður eisini, at tú ert forvitin, tekur ábyrgd av tínari læring og ert við í felagsskapinum umborð.
Tað er júst samansetingin av útbúgving, praktiskum royndum og altjóða útsýni, sum ger kadettgongdina til meira enn eina vanliga útbúgving.
Tá útbúgvingin endar, er tín yrkisleið longu byrjað
Ein útbúgving er eitt stórt val. Tí er umráðandi at vita, hvat hon kann føra til.
Øll, sum verða sett í starv sum kadettar hjá Mærsk, fáa trygd fyri tvey ára starvi sum yvirmaður eftir lokna útbúgving. Tað gevur tær eina greiða leið frá undirvísing og starvsvenjing til títt fyrsta starv sum útbúgvin.
Starvstrygdin merkir, at kadettgongdin ikki stendur einsamøll. Hon er byrjanin til eina longri yrkisleið, har tú kanst byggja víðari á royndirnar, tú longu hevur fingið umborð.
Hjá Mærsk kann tín menning halda fram við nýggjum funktiónum, meira samansettum uppgávum og so líðandi størri ábyrgd av rakstri, fólki og trygd.
Lívið umborð
Tá tú arbeiðir á sjónum, verður skipið bæði títt arbeiðspláss og títt fyribils heim. Tað gevur ein øðrvísi gerandisdag enn eitt vanligt arbeiði á landi.
Tú arbeiðir tætt saman við fólki úr ymiskum londum og við ymiskari bakgrund. Øll hava ein leiklut í at fáa skipið trygt fram, og tí er gott samstarv líka týdningarmikið sum sterkt yrkisføri.
Lívið umborð fevnir bæði um ábyrgd, fastar mannagongdir og sosialan felagsskap. Tit arbeiða saman, men eru eisini saman í frítíðini umborð. Tað skapar eitt serligt samanhald, har tit læra hvønn annan at kenna tvørtur um yrkisøki og mentanir.
Eitt arbeiðslív á sjónum krevur, at tú trívist við at vera heimanífrá í tíðarskeiðum og við at býta bæði gerandisdag og frítíð við onnur umborð. Sum útbúgvin arbeiðir tú í útgangsstøðinum 11 vikur úti og ert síðani 11 vikur heima.
Trygd og stuðul alla gongdina
Trygd hevur hægstu raðfesting hjá Mærsk. Sum kadettur gerst tú partur av einari professionellari trygdarmentan, har øll hava ábyrgdina av sær sjálvum, starvsfeløgunum og skipinum.
Tú lærir at fylgja greiðum mannagongdum, samskifta týðiliga og bera teg rætt at, tá ein støða krevur tað. Tú stendur ikki einsamallur við ábyrgdini. Tú arbeiðir saman við royndum starvsfeløgum, sum hjálpa tær at menna títt yrkisføri og at kenna teg tryggan í leiklutinum.
Mærsk fylgir kadettunum áðrenn, undir og eftir tíðina á sjónum. Tú verður fyrireikaður til starvsvenjingina, hevur møguleika at fáa stuðul ávegis og kanst taka samanum royndirnar, tá tú kemur heim.
Ofta settir spurningar
Hvar fer útbúgvingin fram?
Undirvísingin fer fram á Vinnuháskúlanum í Tórshavn. Undir útbúgvingini skiftir tú millum undirvísing á skúlanum og praktisk tíðarskeið á sjónum hjá okkum.
Tú kanst lesa meira um skúlan og útbúgvingarnar á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum.
Nær byrjar útbúgvingin?
Lestrarbyrjan er á Vinnuháskúlanum tvær ferðir um árið - í januar og august.
Nær er umsóknarfreistin?
Umsóknarfreistirnar hjá Vinnuháskúlanum eru 15. januar og 15. juni. Skikkaðir umsøkjarar verða í útgangsstøðinum tiknir inn í tí raðfylgjuni, umsóknirnar koma inn, so tað er gott at søkja í góðari tíð.
Hvørji eru upptøkukrøvini?
Tú kanst søkja inn á aspirantskipanina við miðnámsútbúgving, yrkisútbúgving ella sveinabrævi – ella við í minsta lagi tveimum árum av viðkomandi arbeiðsroyndum. Tú nýtist ikki at hava royndir á sjónum frammanundan.
Fyri at verða sett/ur í starv hjá okkum skalt tú eisini lúka okkara krøv til millum annað heilsu og skjalprógvan. Tú skalt kunna góðkennast til eitt heilsuprógv fyri sjófólk. Ynskir tú at gerast skipsførari, eru harumframt serlig krøv til sjón og hoyrn.
Ivast tú í, um tú lýkur krøvini, hjálpa vit tær fegin at greiða tínar møguleikar.
Hvussu langa tíð tekur útbúgvingin?
Aspirantgongdin til skipsførara tekur fýra ár. Gongdin til maskinmeistara tekur fýra og eitt hálvt ár.
Praktisku tíðarskeiðini á sjónum eru partur av samlaðu útbúgvingartíðini.
Hvussu søki eg um at gerast Mærsk-kadettur?
Tú søkir her á síðuni við at trýsta á „Søk nú“. Tú skalt viðfesta eina grundgivna umsókn, viðkomandi prógv og onnur skjalprógv. Tú kanst eisini viðfesta títt lívsrensl, men tað er ikki eitt krav.
Meta vit, at tín vangi hóskar, verður tú boðin til samrøðu. Samstundis skalt tú søkja um upptøku á útbúgvingini hjá Vinnuháskúlanum.
Skal eg flyta úr Føroyum fyri at taka útbúgvingina?
Nei. Undirvísingin fer fram á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, so tú kanst taka útbúgvingina og búgva í Føroyum.
Í praktisku tíðarskeiðunum skalt tú vera umborð á einum av okkara skipum og tískil vera heimanífrá í longri tíðarskeið. Hvar tú siglir, veldst um skipið og rutuna, tú verður knýttur at.
Er starvsvenjing partur av útbúgvingini?
Ja. Aspirantskipanin skiftir millum undirvísing á Vinnuháskúlanum og praktiskar royndir á sjónum. Tað merkir, at tú undir útbúgvingini fært møguleika at royna tína vitan í veruligum uppgávum umborð.
Neyðuga siglingartíðin er bygd inn í útbúgvingargongdina.
Fer starvsvenjingin fram hjá Mærsk?
Ja. Verður tú sett/ur í starv hjá okkum undir útbúgvingini, fara praktisku tíðarskeiðini fram umborð á okkara skipum.
Her gerst tú partur av dagliga rakstrinum og arbeiðir saman við royndum starvsfeløgum úr ymiskum londum. Tey ítøkiligu skipini og ruturnar kunnu skifta undir útbúgvingini.
Fái eg starv eftir útbúgvingina?
Ja. Verður tú sett/ur í starv hjá okkum undir útbúgvingini, fært tú trygd fyri tvey ára starvi sum yvirmaður eftir lokna útbúgving.
Tað gevur tær eina greiða skiftistíð frá útbúgving og starvsvenjing til títt fyrsta starv sum útbúgvin yvirmaður – og møguleika at halda fram at mennast og fáa eina yrkisleið hjá okkum.
Skal eg hava royndir úr sjóvinnuni frammanundan?
Eitt arbeiðslív á sjónum merkir, at tú ert heimanífrá í longri tíðarskeið, og at skipið bæði er títt arbeiðspláss og títt fyribils heim.
Tú arbeiðir og býrt tætt saman við starvsfeløgum úr ymiskum londum og við ymiskari bakgrund. Tí eru samstarv, ábyrgd, fastar mannagongdir og virðing fyri trygdini avgerandi. Afturfyri fært tú ein øðrvísi arbeiðsdag, ein sterkan felagsskap og royndir, sum tú ikki fært í einum vanligum starvi á landi.
Hvat krevur lívið á sjónum?
Eitt arbeiðslív á sjónum merkir, at tú ert heimanífrá í longri tíðarskeið, og at skipið bæði er títt arbeiðspláss og títt fyribils heim.
Tú arbeiðir og býrt tætt saman við starvsfeløgum úr ymiskum londum og við ymiskari bakgrund. Tí eru samstarv, ábyrgd, fastar mannagongdir og virðing fyri trygdini avgerandi. Afturfyri fært tú ein øðrvísi arbeiðsdag, ein sterkan felagsskap og royndir, sum tú ikki fært í einum vanligum starvi á landi.
Hvør kann hjálpa mær við mínum spurningum?
Hevur tú spurningar um møguleikarnar hjá okkum, umsóknargongdina ella lívið á sjónum, kanst tú fylla út sambandsfrymilin her á síðuni. So setur ein av okkara vegleiðarum seg í samband við teg.
Hevur tú spurningar um útbúgvingina, upptøkukrøvini ella lestrarbyrjanina, kanst tú lesa meira á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum.
Klár/ur at søkja – ella enn forvitin?
Søk sum maskinmeistari, skipsførari ella juniormaskinmeistari í dag.
Ert tú í iva um, hvør leið hóskar til tín? Lat ein vegleiðara seta seg í samband við teg og hjálpa tær at fáa greiðu á møguleikunum, yrkisleiðunum og gerandisdegnum hjá Mærsk í Føroyum.